Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

Vinna

Faroedive: Í dag stóðu sjey næmingar endaligu teori royndirnar í samband við bæði SCUBA- og slangukavaraskeið.

Hetta er fyrstuferð, at eitt samlað lið av næmingum tekur avgerð um at fara upp til royndirnar innan bæði vinnuligt SCUBA og slangukaving samstundis. Og tað er sera hugaligt, tí tørvurin er ovurstórur á slangukavarum í kavaravinnuni.

Royndirnar gingu sera væl, og á myndini síggja vit vælnøgdu næmingarnar, saman við próvdómara og lærara eftir royndirnar.

Próvdómari og leiðslan á kavaraskúlanum ynskja næmingunum hjartaliga tillukku við góða avrikinum.

Standandi frá vinstru síggja vit Elias Zachariassen, próvdómara, Rasmus Pejdal (DK), Áka Egilsnes, Poul Eli Bærendsen, Marna E. Joensen og Janus Joensen, lærara.

Sitandi frá vinstru síggja vit Leiv Joensen, Jógvan S. Hansen og Kjartan Knudsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo