



Fyrsti fundur í nýggja uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitiska samstarvsráðnum millum Føroyar, Danmark og Grønland verður í Føroyum hósdagin 9. juni. Samstarvsráðið bleiv formliga skipað seinasta heyst og Føroyar hava formansskapin í fyrstu setuni.
Til fundin hósdagin luttaka ikki færri enn 10 ráðharrar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi.
Høvuðsendamálið við samstarvsráðnum er at tryggja kunning og samskipan í mun til uttanríkis, trygdar- og verjumál fyri Føroyar, Danmark og Grønland.
- Eg fegnist eisini um, at vit nú hava fyrsta fundin í nýggja samstarvsráðnum, har øll trý londini í ríkisfelagsskapinum sita runt um borðið og á jøvnum føti viðgera uttanríkis- verju- og trygdarpolitikk. Hetta er neyðugt og vitnar um at tað eru nýggjar og semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Eftir fundin hósdagin verður tíðindafundur í Tinganes kl. 16.30, har Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Mette Frederiksen forsætisráðharri og Múte B. Egede landsstýrisformaður luttaka.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo