Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SJH Commercial Divers hevur keypt eina 18 metra langa og 10,7 metra breiða tvíkilju úr Noregi. Tvíkiljan hevur fingið navnið Grønanes.

- Ætlanin er at gera ymisk arbeiði við skipinum, eitt nú hava vit longu avtalu um at flyta olju til útoyggjarnar fyri SEV, og vit vænta eisini at okkurt helst verður at gera fyri alivinnuna, Strandferðsluna og Minesto sum arbeiðir við einum sjóvarfalsorkuverki í Vestmannasundi, sigur Símun Jákup Højsted, stjóri og eigari við VP.

Grønanes hevur tveir kranar, tann størri lyftir heili 40 tons tríggjar metrar frá skipssíðuni, hann røkkur 16 metrar og tá lyftir hann 12 tons.

Skipið er frá 2003, og tað royndist væl, tá teir sigldu heim.

- Sum vera man eru onkrir smávegis trupulleikar, tá talan er um eitt brúkt skip, men tað er alt rættað nú, til dømis hava vit reinsað allar oljutangarnar eftir at hann er komin heim, sigur Símun Jákup Højsted.

Grønanes hevur 4 motorar, tveir Volvo og tveir John Deer, samlaða framtøkumegin er 748 Kw.

Hann hevur tvær høvuðsskrúvur og tríggjar síðuskrúvur sum gera, at tað er lætt at halda honum stillum á ávísari knattstøðu.

Umframt Grønanes hevur fyritøkan eisini eina minni tvíkilju sum somuleiðis verður brúkt til líknandi uppgávur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo