Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tann bretski ítróttajournalisturin Charlie Webster (33) liggur í koma á einum sjúkrahúsi í Rio de Janeiro.

Webster er rakt av einum óvanligum slagi av malaria, sambært Sky.

Undan OL var ítróttajournalisturin við í einum seks vikur longum stuðulsátaki á súkklu í Brasil. Hon og fleiri onnur súkklaðu til býin at stuðla bróstkrabbasakini. Hon gjørdist sjúk eftir setanina tann 5. august, og støðan hjá henni er versnað.

Sky skrivar at hon liggur í koma nú og stríðist fyri lívinum.

Webster hevur fyrr starvast fyri sjónvarpsrásirnar Sky Sports og ITV, men var hesaferð við á átakinum «Ride to Rio».

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo