Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskaaling: Umfatandi sjósílaverkætlanin hjá P/F Fiskaaling byrjaði í 2019. Verkætlanin er í tveimum pørtum: 1) fellan í Sandá, ið kannar nær sjóbúgvin sjósíl ferðast á sjógv á fyrsta sinni, og 2) kanning av trivnaðinum hjá vaksnum sjósílum á sjónum.

Sílafellan í 2019 varð sett sett upp 22. apríl og tikin niður aftur 15. Juli

Tað er greitt, at avfallið er avgerandi fyri, nær sílini ferðast á sjógv. Tað merkir, at væl fleiri síl vórðu fingin, tá ið áin var stór. Í tíðarskeiðinum fingu vit tilsamans 675 sjósíl, sum vigaðu í miðal 118 g og vóru 22 cm til longdar. Í apríl mánaði vóru tað einamest stór síl, ið ferðaðust á sjógv, t.e. størri enn 25 cm, meðan sílini, ið ferðaðust á sjógv á fyrsta sinni, í størstan mun fóru oman í mai og juni. Í juli vóru nærum eingin síl fingin í felluni (mynd 1).

Roðslan varð lisin av 164 sílum úr Sandá. Hetta vísti, at aldurin á sílunum, ið ferðaðust á sjógv á fyrsta sinni, var í miðal 2,3 ár.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo