Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Fyri at bøta um trygd á sjónum er Umhvørvisstovan farin undir at gera sjóuppmátingar uttanfyri innsiglingina til Tvøroyri og Vágs. Hetta arbeiði byrjar í dag.

Hesi sjóøki vera máld av nýggjum av tí at trygdarskipanin í talgildu sjókortunum, ECDIS, ikki riggar í hesum økjunum. Orsøkin er, at óvissan um dýpi og dýpdarkurvar er ov stór. Harumframt eru dýpdarmátingarnar gamlar og ikki so neyvar, sum tær kunnu gerast við nýggjastu tøknini hjá havrannsóknarskipinum Jákup Sverra, ið er leigaður til endamálið.

Við hesum sjóuppmátingum fáa skip og bátar eina munandi neyvari mynd at havbotninum og av skapi av grynnum og boðum, ið ger tað tryggari at sigla í hesum sjóøkjum.

Arbeiðið er mett at taka tveir og ein hálvan dag og støddin á sjóøkinum, ið ætlanin er at máta, er tilsamans 14,4 km2.

Økini sum verða sjóuppmáld eru víst við ljósabláum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo