Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

Vinna

Sjóvinnustýrið: Sjóvinnubrævið nú er tøkt í talgildari útgávu. Hetta merkir, at um tú hevur eitt sjóvinnubræv, so sært tú tað nú í Skjáttuni – júst sum koyrikortið og samleikaprógvið.

Talgilda sjóvinnubrævið hevur sama gildi sum frumritið á pappíri og kann nýtast sum fullgilt prógv um førleikar og rættindi, bæði í Føroyum og uttanlands.

Tá sjóvinnubrævið verður endurnýggjað ella broytt, verða broytingarnar sjálvvirkandi dagførdar í Skjáttuni. Sostatt er sjóvinnubrævið altíð dagført, og tú hevur lætta og trygga atgongd til tað á fartelefonini.

Sjóvinnubrøv og førleikaprógv verða framvegis útskrivað á pappíri. Talgilda eintakið í Skjáttuni er ein eyka loysn. Sjóvinnustýrið arbeiðir við at menna skipanina soleiðis, at tað framyvir fer at bera til at velja pappírsprógvið frá.

Tá tú hevur tørv á at prenta sjóvinnubrævið út ella senda tað sum pdf, kanst tú taka tað niður á Vanganum. Far til tænastuveitarar og vel síðani Sjóvinnustýrið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo