Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú eg stilli upp til fólkatingsvalið er tað eitt av mínum hjartamálum at bøta um umstøðurnar hjá sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar til sjúkraviðgerð. Eg vil arbeiða fyri  at stytta og bøta um viðgerðina og økja um sjúklingatrygdina.

Tíðin hjá sjúklinginum í Danmark skal verða so stutt og effektiv sum møguligt og so lítið tyngjandi fyri sjúklingin sum til ber.

Fyri at náa hesum er avgerandi neyðugt, at samstarvið millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið er í topp.

Allir relevantir upplýsingar um sjúklingin skulu verða tøkir, tá hann kemur til Danmarkar.

Somu kanningar, sum sjúklingurin er farin ígjøgnum í Føroyum, skulu ikki gerast umaftur í Danmark, tí  skipanirnar í Føroyum og í Danmark ikki tosa saman.

Úrslitið av hesum verður, at viðkomandi upplýsingar um sjúklingin ikki eru tøkir í Danmark, og tað má  byrjast av nýggjum við kanningum.

Hetta krevur nógva tíð og orku. Ikki bara hjá heilsuverkinum, men sanniliga eisini hja sjúklinginum.

Arbeiðið, sum er gjørt í Føroyum skal ikki gerast umaftur  í Danmark.

Tryggjast skal, at sjúklingurin fær røttu viðgerðina skjótast møguligt.

Tíðin er í nógvum førum ein avgerandi faktor fyri útlitunum hjá sjúklinginum.

Eitt av amboðunum til at náa hesum er at fáa  nýggju føroyska talgildu heilsuskipanina at samvirka við tí donsku, soleiðis at journalupplýsingar eru tøkar í bæði føroyska og danska heilsuverkinum.

Farið á val og veljið fólkaflokkin
Til teir veljarar, sum ikki  ætla sær á fólkatingsval, vil eg siga, at tað er ein veruleiki, at vit eru framvegis í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Tað ræður tí um at brúka henda møguleikan til at ávirka og tala okkara søk. 

Fólkatingssessurin hjá okkum er  ein pallur uttanfyri landoddarnar, har vit kunnu gera vart við okkara støðu og føra okkara sjónarmið fram.

Fólkaflokkurin hevur áður víst, at tað kann geva úrslit. 

Tað ræður um at brúka allar teir møguleikar, sum vit hava at føra okkara áhugamál  fram, bæði her heima og aðrastaðni. 

Tað er umráðandi, at vit hesuferð fáa eitt borgarligt umboð. Besta borgarliga umboðið fæst við at velja fólkaflokkin á fólkatingsvalinum tann 31. okt.  Farið á val og brúkið hendan møguleikan.

Tað hevði glett meg persónliga at fingið eina álitisváttan frá veljarunum á fólkatingsvalinum.   

Við vón um eitt gott fólkafloksval.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo