Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Sjúkrarøktarfrøðingar og lønarlyft

Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru valdir frá, nú samgongan ætlar at lyfta lønirnar hjá útvaldum starvsbólkum á umsorganarøkinum?

2. Hevur útihýsingin av sjúkrarøktarfrøðingunum nakað við sáttmálasamráðingarnar í 2017 at gera, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir nýttu verkfalsrættin til at koma til eitt rímiligt úrslit?

3. Væntar landsstýrismaðurin, at tað eggjar fólki at lesa sjúkrarøktarfrøði, sum er hægsta útbúgving innan umsorganarøkið, tá starvsbólkurin verður útihýstur í samband við lønarlyftið?

4. Er tað eftir avtalu við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, at hesin starvsbólkur ikki fær eitt lønarlyft?

Viðmerkingar:
Í sambandi við nógv umrødda lønarlyftið til útvaldar bólkar á umsorganarøkinum er tað undrunarvert, at sjúkrarøktarfrøðingar verða valdir frá.

Í 1969 vórðu tær flokkaðar í lægri lønarflokk enn mennirnir, tí tær høvdu ikki forsyrgjaraskyldu, og fyri ikki so nógvum árum síðan í krepputíðum fóru sjúkrarøktarfrøðingar niður í løn fyri at vísa samfelagssinni.

Við samráðingunum í 2017 ynsktu sjúkrarøktarfrøðingarnir at gera upp við reformin í 1969 og lønarniðurskurðin undir kreppuni.

Løgmaður hevur sagt fleiri ferðir, at tey, sum starvast á umsorganarøkinum, skulu upp í løn, at tað er upp á tíðina, at kvinnufakini fáa eitt uppiborið lønarlyft, og at tá umsorganarøkini virka optimalt, eru tað ikki bara starvsfólkini sum vinna, men eisini brúkarin og avvarðandi.

Hesi orð samsvara ikki við, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki fáa lut í lønarlyftinum.

Neyvan ynskir nakar at seta starvsbólkar upp móti hvørjum øðrum, men tað er
undrunarvert, at allir starvsbólkar á umsorganarøkinum ikki fáa eitt lønarlyft.

Tá lønarlyftið verður gjørt til eitt stríð um kvinnurættindi, og sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki verða tiknir við, er spurningurin, um tað skal fatast sum vantandi virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingum og fyri javnstøðustríðnum.

Á Løgtingi, 24. apríl 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo