Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá sjúkrarøktarfrøðingar í 2017 fóru í verkfall, var tað fyri at rætta søguliga skeivleikan í lønarlagnum.

Semjan í 2017 var eitt stig á vegnum, men enn er langt á mál til eitt lønarlag, ið er á støði við aðrar fakbólkar við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd.

Tí var tað hugstoytt, at Fíggjarmálaráðið byrjaði samráðingarnar hesaferð við ætlan um at økja skeivleikan aftur. Vit fingu boðið 0% í lønarhækking, sum Fíggjarmálaráðið eisini váttar í tíðindaskrivi í gjár.

Tað er júst hetta, ið skilir partarnar. Tí hóast Fíggjarmálaráðið hevur flutt seg nakað, so er grundstøðið enn tað sama, at man ikki ynskir at rætta skeivleikan, men heldur økja hann.

Tað nyttar lítið, at Fíggjarmálaráðið sendir eitt tíðindaskriv út, har tey harmast. Undir samráðingunum vildu tey t.d. einans bjóða okkara limum at fáa rætt til døgurðasteðg afturfyri at skerja verkfallsrættin. Ja, tú hoyrdi rætt. Rætturin hjá okkara limum at fáa tíð til at eta er ikki sjálvsagdur hjá Fíggjarmálaráðnum. Hetta eru ikki virðiligar samráðingar.

At Fíggjarmálaráðið í sama tíðindaskrivi boðar frá, at tey vilja finna eina semju, tykist løgið, tá tey í veruleikanum als ikki vildu samráðast um seinasta uppskotið frá okkum.

Skeivleikin í lønarlagnum gongur minst 50 ár aftur, og hann skal burtur, fyri at yrkið eisini framyvir skal vera áhugavert at starvast í. Við stóra manglinum á sjúkrarøktarfrøðingum er hetta ikki bert ein trupulleiki hjá okkara limum, men ein trupulleiki hjá øllum føroyingum.

Vit krevja, at okkara starv verður virt í mun til okkara útbúgvingarstøði og ábyrgd.

Óluva í Gong

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo