Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Samráðingarnar um nýggja stjórn í Danmark halda fram, og í morgun hitti Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Mette Frederiksen á øðrum sinni til samráðingar. 

Við á fundin hevði Sjúrður nøkur ynski, um hvussu grundarlagið undir eini komandi stjórn skal síggja út, tá tað snýr um viðurskifti viðvíkjandi Føroyum:

- Eg sigi tað sama nú, sum eg havi sagt allatíðina: Mín stuðul er ikki til sølu. Tí brúki eg hendan møguleikan at skapa forstáilsi fyri føroyskum sjónarmiðum. Og fyri at undirstrika, at vit í Javnaðarflokkinum sjálvandi vænta, at føroyskir myndugleikar ikki bara verða tiknir upp á ráð í uttanríkis- og verjupolitiskum samanhangi, men eisini hava síðsta orðið í øllum avgerðum, sum viðvíkja Føroyum. 

Mette Frederiksen fekk eisini eina gávu í sambandi við hennara føðingardag. Eitt sindur soleiðis er politikkur, sigur Sjúrður Skaale: 

- Politikkur er at geva at taka. At seta krøv og at geva seg. Umframt eitt føroyskt turriklæði fekk Mette Frederiksen eitt eintak av bókini 2000: Tá Føroyar skuldu loysa. Sum ein áminning um, hvussu galið tað kann ganga, tá samstarv og dialogur ikki verða raðfest, og tá tað ikki valdar virðing millum partarnar. 

Stjórnarsamráðingar væntast at halda fram komandi vikurnar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo