Aaja Chemnitz úr grønlendska flokkinum Inuit Ataqatigiit (IA) sigur at í nátt ringdi formaðurin í Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, til sín og spurdi um hon fór at stuðla bláa blokkinum.
- Beint nú er javnt millum bláan og reyðan blokk, og IA kann gerast avgerandi, sigur Aaja Chemnitz.
- Í tí sambandi var ringt til mín fyri at hoyra, hvat eg sigi til at peika á eina reina bláa stjórn.
- Tí avvísti eg, sigur Aaja Chemmitz við TV 2.
VP hevur tí spurt, um Lars Løkke Rasmussen eisini hevur ringt til føroyska fólkatingslimin, Sjúrður Skaale.
Í stutta svarinum til spurningin, sigur Sjúrður Skaale, at hann tosar við nógv fólk, men at hann ikki hevur nakra viðmerking til spurningin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo