Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Eins og í Danmark er ágangur móti kvinnum á netinum í Føroyum vorðin alt meira vanligur seinnu árini.

Sjúrður Skaale vil vita, hvussu hagtølini síggja út í Føroyum. Og hvørji amboð løgreglan hevur til at kanna slík mál. 

Sjúrður vil hava at vita, hvussu ofta slík mál verða meldað, hvørji amboð løgreglan hevur til at kanna tey, og hvussu nógvir dómar hava verið seinastu árini. 

Tað var í farnu viku, at tríggjar ungar føroyskar kvinnur fortaldu sína søgu frá ágangi á netinum fyri Kringvarpinum. Hetta í sambandi við at persónligar myndir og videobrot av teimum verða deildar á netinum uttan teirra samtykki.

Líknandi mál hava verið í Danmark, og í 2018 vórðu fleiri enn 1000 ung ákærd í einum máli fyri at deila persónligt tilfar uttan samtykki.

- Eg gangi sjálvandi út frá, at føroyskir politikarar fara at taka hetta upp. Men løgreglan er sum kunnugt danskt málsøki, og um eg við hesum kann vera við til at varpa ljós á viðurskiftini, so vil eg sjálvandi tað, sigur Sjúrður Skaale. 

Fólkatingsmaðurin væntar svar um fýra vikur.

Spurningarnir til løgreglumálaráðharran kunnu lesast: TRÝST HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo