Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í nógv ár havt ynski um at fáa eina skaðanevnd setta á stovn í Føroyum, eins og tey hava í okkara grannalondum. Hetta var eisini eitt av høvuðsevnunum á fundi í februar millum Dennis Holm, landsstýrismann í ferðslumálum, og Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Eftir fundin er fyrireikingararbeiðið sett í gongd, og játtan er fingin til endamálið. Hetta fegnast landsstýrismaðurin um og vísir á týdningin av einari slíkari nevnd:

“Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava eina skaðanevnd, eins og flestu grannalond okkara hava. Endamálið er at savna inn hagtøl og gera skipaðar kanningar av ferðsluvanlukkum til tess at fyribyrgja aðrar vanlukkur og røkka aðalmálinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo