Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, ein fyrispurning um ætlaða koronupassið.

- Danskir myndugleikar hava ment eitt koronupass, og hetta passið gevur borgarum í danmark atgongd til kaffistovur, matstovur og ymisk mentanartilboð. Heldur mann ikki reglurnar um koronupass, kann mann fáa bót.

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at gera eitt líknandi koronupass, men enn er ikki greitt, hvat fyri eginleikar koronupassið fer at hava.

- Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at heilsuverkið eisini arbeiðir við eini líknandi skipan, men enn er ikki greitt, hvørjar prinsippiellar avleiðingar tað fær fyri viðurskiftini millum borgaran og breiðara samfelagið.

Bjarni Kárason Petersen heldur at spurningurin um koronupass er sera grundleggjandi, og at málið má viðgerðast politiskt.

- Tað er sera umráðandi, at vit fáa gjøgnumskygni í tilgongdini til, hvussu vit frameftir skulu fyrihalda okkum til tær fyriskipanir, ið skulu vera galdandi í samband við korona. Fleiri grundleggjandi frælsisrættindi eru sett úr spæl fyri at basa smittuni. Nú tá ið vit vónandi nærkast endanum av koronukreppuni, mugu frælsisinntrivini vera linari, ikki grovari!

Spurningar:

1. Hvussu fer talgilda koppsetingarkvittanin / koronupassið at rigga?

2. Fer talgilda koppsetingarkvittanin / koronupassið at vera grundarlag fyri, hvat borgarar í landinum hava atgongd til í mun til almenn og privat frítíðar- og mentanartilboð, vørur og tænastur annars?

3. Kunnu fólk uttan koppsetingarkvittan / koronupass verða noktaði atgongd til ávís tilboð, vørur ella tænastur?

Landsstýrismaðurin skal svara innan 10 yrkadagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo