Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-152/2021 frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um umlættingar- og dagtilboð í summarfrítíðini

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Hví steingja umlættingar- og dagtilboð hjá Almannaverkinum í tríggjar vikur hvørt summar?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at játta neyðuga peningin til, at tilboðini kunnu vera tøk í summarfrítíðini hjá teimum, sum hava tørv á tilboðunum?

Til nr. 1
Orsøkin til, at umlættingar- og dagtilboð hjá Almannaverkinum steingja í nakrar vikur hvørt summar eru fleiri, bæði fíggjarligar, fakligar og viðvíkjandi starvsfólkaorku.

Fíggjarliga er neyðugt at taka atlit til rásarúmið fyri tænastunum. Við at steingja nakrar vikur um summarið er størri fíggjarlig orka til tænasturnar restina av árinum. Tó er tað eisini soleiðis, at tænasturnar verða víðkaðar um summarið. M.a. skúlar stongja í nógvar vikur um summarið, og tá hava tænastur, sum annars hava opið hálvan dag, verið víðkaðar til at hava opið allan dagin, við undantaki av teimum 3-4 vikunum, har tænasturnar eru stongdar.

Fakliga er eisini neyðugt at steingja tilboðini nakrar vikur um summarið. Tey børn og ungu, sum brúka tænasturnar, hava ofta samansettan tørv, at tað krevur serligan fakligan kunnleika til støðuna hjá tí einstaka, fyri at tænastan kann vera á einum støði, sum er fakliga nøktandi.

Neyðugt er at hava roynd og kend starvsfólk til hesar tænastur, tí fleiri av børnunum og teim ungu tola illa, at tað eru ókendir frítíðaravloysarir, sum skulu vera um tey.

Eisini er tað ein sannroynd, at tað er trupult at finna frítíðaravloysarar innan trivnaðarøkið sum heild, so tað hevði í flestu støðum als ikki borið til at havt opið alt summarið.

Skulu tænasturnar hava opið við verandi starvsfólki alt summarið, fer feria hjá starvsfólkunum at ávirka tænastuna í eitt langt tíðarskeið, heldur enn bert hesar einstøku vikurnar, har tilboðini eru stongd.

Til nr. 2
Landsstýrismaðurin arbeiðir áhaldandi við at betra um umstøðurnar á almannaøkinum.

Landsstýrismaðurin er tó ikki vísur í, at tað er tað einasta, sum skal til fyri at bøta um støðuna, at játta meira pening til økið, tá ið tað er so trupult at fáa starvsfólk, sum tað eisini verður víst á í svarinum til fyrra spurningin. Hetta er ikki bara ein trupulleiki á almannaøkinum, men sum heild innan námsfrøðina og røktina.

Almannamálaráðið 1. apríl 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo