Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Norðoya Sparikassi: Fíggjareftirlitið staðfesti, at sparikassin skal styrkja um inntjening og kapitalgrundarlag umframt betra um  mannagongdir og stýring á kredittøkinum.

Gjøgnumgongdin av útlánum hevði við sær, at sparikassin skal niðurskriva 750 t.kr. afturat, og er hetta gjørt í hálvársroknskapinum í ár.

Grundrakstur og kapitalviðurskifti
Við støði í roknskapinum fyri undanfarna ár verður víst á, at inntjening sparikassans er ov lítil, tá havt verður í huga herdu kapitalkrøvini, sum stigvíst verða sett í gildi frá 2020 til 2025. Sparikassin fekk boð um at tryggja, at samsvar er millum útlánsrentur og kredittváða.

Árið 2019 var eitt serligt ár í søgu sparikassans, tí tá kundi sparikassin hátíðarhalda 100-ára stovningardagin, og varð ein partur av avlopinum nýttur til hátíðarhaldið.

At sparikassin hevur bíðað við at innføra negativa rentu av innistandandi hevur eisini ávirkað raksturin hjá sparikassanum í 2019. Sparikassin hevur síðani sett tiltøk í verk fyri at betra um grundraksturin.

Sparikassin er nøgdur við gongdina higartil í ár og væntar, at við framdu tillagingunum verður grundraksturin á einum nøktandi støði komandi árini, soleiðis at sparikassin kann økja um sína eginogn fram til 2025, tá ið øll kapitalkrøv eru komin í gildi.

Sjálvevaluering av nevnd og tillaging av mannagongdum
Fíggjareftirlitið staðfesti eisini, at fleiri broytingar eru í nevndini, og áleggur sparikassanum at gera eina sjálvevaluering av førleikum og royndum hjá samlaðu nevndini og er hetta avgreitt.

Eisini skal sparikassin betra um ymiskar mannagongdir á kredittøkinum.

Sparikassin skal hækka solvenstørvin við 0,5 prosentstigum, og hesum hevur sparikassin longu lagt upp fyri í roknskapinum fyri fyrra hálvár.

Samanumtikið er sparikassin nøgdur við eftirlitsvitjanina og tekur frágreiðingina til eftirtektar.

Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum er viðheft niðanfyri.

Frágreiðing frá eftirlitsvitjan 2020.pdf  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo