

BirkBlogg: Í góðveðrinum í dag varnaðist eg, at gamla Skálabúðin hevur fingið nýtt lív.
Í staðin fyri at falla í órøkt, ella verða rivin niður, eru húsini sett í stand, so tey síggja út, sum tá handilin var uppá sítt besta. Hetta er mest gleðiliga býarmynd í hesum døgum, nú øll tosa um miseydnaðar býlingar í útryðjuni av býnum.
Hetta var eitt ljóspunkt mitt í Havnini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo