Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá miðlastuðul bleiv játtaður í fjør var ein av verkætlanunum, sum fekk stuðul, poddvarpssendingin Skannarin sum skuldi viðgera føroyskar fjølmiðlar. Sendingarnar skuldu gerast í samstarvi við Dimmalætting og leggjast út á dimma.fo, men seinasti Skannarin á dimma.fo er frá 17. desembur í fjør.

Øssur Winthereig, sum er stigtakari, er fámæltur um orsøkina til, at skannarin er sløknaður - fyribils í hvussu so er.

- Vit hava fingið at vita frá Jonhard Hammer, sum stendur fyri virkseminum eftir at Miðlahúsið og felagið aftanfyri Dimmalætting fóru í samstarv, at vit ikki skulu halda fram at gera sendingina, sigur hann, og vísir annars til Jonhard Hammer, sum í dag stendur í starvsfólkayvirlitinum hjá Dimmalætting sum ábyrgdarblaðstjóri.

Játtanin til Skannaran bleiv latin í tveimum, og fyrra helvtin er útgoldin eins og fyrra helvtin av sendingunum eru gjørdar.

Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum og nú ábyrgdarstjóri á Dimmalætting, sigur við VP, at tað hava verið ymisk fíggjarlig viðurskifti sum skulu fáast uppá pláss í samband við samstarvið ímillum miðlarnar báðar. Og tí eru fyribils ikki fleiri skannarar gjørdir.

- Men tað er ein misskiljing, at fleiri poddar ikki skulu gerast, og vit ætla at hava ein fund fyrst í næstu viku, har alt skal fáast uppá pláss. Eg vænti, at skannarin verður aftur at hoyra eftir tann fundin, sigur Jonhard Hammer.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo