Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Skúlablaðið: Ov fáir tímar, ótíðarhóskandi p-fakskipan, trot á lærarum við linjugrein í skapandi lærugreinunum og tørvur á føroyskum tilfari. Støðan viðvíkjandi teimum skapandi lærugreinunum í fólkaskúlanum er alt annað enn góð, spyrt tú Henny Dánialsdóttir, ráðgeva í handaverki og list í Námi.

Tað eru sambært Henny Dánialsdóttur ymsar orsøkir til, at hesar lærugreinir ikki fylla meira á tímatalvuni.

– Tað kemur jú av, at seinastu árini er stórur dentur lagdur á at menna lesi- og skriviførleikarnar, og man hevur fingið nýggjar lærugreinar á tímatalvuna, námsætlanirnar eru blivnar meira rúgvusmiklar, og tímatalið í bókligu lærugreinunum er hækkað. Úrslitið er, at skapandi lærugreinarnar so líðandi eru trokaðar út úr tímatalvuni. Tað, sum so er hent, er, at sum samfelagið mennist, fær man eyguni upp fyri, at tað er stórur tørvur á førleikum sum t.d. visuellum samskifti, nýhugsan og kreativiteti, sum jú er kjarnin í skapandi lærugreinunum.

Henny Dánialsdóttir samanber við støðuna í Danmark, har man byrjar at síggja avleiðingar av undirraðfestingini av skapandi fakøkinum.

– Nú vísa tøl, at ungdómurin velur handverksyrkið frá, samstundis sum tørvurin á júst handverksyrkinum er ovurstórur. Tað, sum er ørkymlandi, er, at tá tey tosaðu við tey ungu um, hví tey velja at fara á miðnám heldur enn at velja eina handverksliga yrkisleið, so vóru tað tvey svar, ið gingu aftur: Næmingarnir høvdu ikki neyðugu vitanina um handverksyrkið og vistu ei heldur, um tey dugdu nakað handaligt, tí tey høvdu ikki møguleika at menna hesar førleikar í fólkaskúlanum.

– Hitt var, at tað var sæð niður á handverksyrkini. Tað at duga eitt handverk hevur ikki sama virði sum akademisku førleikarnir.

Hvussu kunnu vit venda gongdini?

– Um vit skulu broyta hugburðin hjá teimum ungu, so mugu vit geva teimum møguleika at royna seg í handaligu og skapandi lærugreinunum. Øll læring krevur áhaldandi læring og líðandi stigvøkstur, nakað sum núverandi skipan spennir bein fyri. Lærarar hava snøgt sagt ikki møguleika at leggja undirvísingina til rættis á ein hátt, ið veruliga mennir næmingin og gevur líðandi stigvøkstur. Næmingarnir fáa ikki farið í dýpdina við nøkrum og fara als ikki at duga nakað handverk, tí tíðin er ov knøpp, sigur Henny Dánialsdóttir.

– Tað er so umráðandi, at allir næmingar uppliva gleðina av at eydnast, at duga nakað og at fáa at vita, at tað, tey duga, hevur virði.

– Um teirra styrki er at rokna, smíða, skriva stíl, tekna, lesa ella seyma eigur at vera líkamikið. Vit áttu at lagt størri dent á at hjálpa teimum at finna sína styrki og geva teimum umstøður at mennast og trívast heldur enn at peika á teirra veikleikar, sigur hon.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo