Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjálvt summir býráðslimir ynskja at nakað verður gjørt, men nevna ikki eitt orð um, at tað kunnu kommunurnar eisini gera.  Rætta løtan er nú, at kommunur og landsstýrið seta seg saman at gera ein felags skattalætta.

Kommunuskatturin rakar harðast hjá teimum lágløntu. Um kommunur og landsstýrið settu seg saman, var møguligt at gera nakað munagott. Nevniliga ein skattalætta, sum gevur fólki á staðnum fígging til dýrkandi vørur og sum síðani ger, at tað loysir seg at arbeiða.

Við ovurhøga lands-, kommunuskattinum og so nógv hækkandi prísum, er lítið eftir av lønini til ein sjálvan. Mánadag, týsdag, mikudag og hósdag fer mest sum øll arbeiðsinntøkan til lands-, kommunuskatt, MVG og avgjøld.

Í besta føri kann ein fáa sína egnu fríggjadagsinntøku. Um so onkur velur at arbeiða leygardag eisini, fæst einki av tí stríðnum.

Tað er ikki gott nokk. Arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir arbeiðsmegi, men skattaskipanin biður fólk fara til hús.

Rætta løtan er nú, at kommunur og landsstýrið seta seg saman og gera ein felags skattalætta til okkara borgarar. So keypiorkan hjá fólki verður varðveidd.

Tað ber til. Í fjør var yvirskot á 160 mió. kr. hjá landskassanum og kommunurnar høvdu eisini góð úrslit.

Jørgen Niclasen, tingmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo