Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Prísvøksturin farna árið hevur serliga rakt barnafamiljurnar og ikki minst tey, sum nýliga hava sett føtur undir egið borð hart. Og vit skulu vænta, at vit fíggjarliga ganga verri tíðum ímóti.

Tiskil er tað alneyðugt at dagføra skattastigan, soleiðis at tað munar, ikki minst hjá barnafamiljunum.

Reguleringarnar í skattaskipanini skulu geva teimum við lægstu- og miðal inntøkunum lætta, so tey betur kunnu fóta sær í hesum sera avbjóðandi tíðum.

Samgongan legði uppskot um skattalætta fyri tingið í heyst, sum kundi geva lægstu inntøkunum tiltrongdan lætta saman við einum uppskoti um at hækka barnafrádráttin í landsskattinum soleiðis, at hann verður 11.200 kr fyri børn undir 7 ár og 8.000 kr fyri børn frá 7 til og við 17 ár.

Fyri familju við tveimum børnum undir skúlaaldur, har foreldrini forvinna 30.000 kr. um mánaðin hvør, vildu broytingarnar merkt eina sparing á 10.000 kr. um árið í landsskattinum, sum svarar til góðar 830 kr. um mánaðin.

Hesi uppskot, saman við oljustuðlinum til tey harðast raktu, vístu, at samgongan hevði vilja at gera tillagingar og átøk, sum muna hjá teimum, sum treingja mest.

Tíverri duttu uppskotini um skattalætta og barnafrádráttin burtur, tá valið bleiv útskrivað.

Tað má tí vera eitt aðalmál, at uppskotini um lættarnar til barnafamiljurnar og tey við lægstu- og miðal inntøkunum skjótast aftur verða løgd fyri Løgtingið eftir valið.

Vit hava ikki ráð at lata vera at hjálpa teimum, sum tørva mest. 

Lillian Bjarnadóttir Poulsen
Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo