Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Høvuðstøl í fíggjarætlanini.

Høvuðstøl í fíggjarætlanini.

Vágs Kommuna: Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 28. nov. 2022 fíggjarætlanina fyri 2023 við 2. viðgerð.

Skattaprosentið fyri 2023 veður lækkað úr 21,50% til 21,30%, meðan barnafrádrátturin verður tann sami 6.000 kr. fyri barnið.

Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu komandi ár eru mettar til 71.593 mió kr. Rakstrar útreiðslurnar verða 62.543, løgurnar 7.850 mió kr. og eitt RLÚ á 1.200 mió kr. sum verður til at gjalda niður skuld.

Skattainntøkurnar hjá Vágs Kommunu eru mettar til 46.586 mió kr. Eftirlønarskattur er mettur til 16.031 mió kr. DiS, FAS og frádráttir verða 4.130 mió kr. meðan partafelagsskatturin er mettur til 3.000 mió kr. Leigu inntøkurnar av ellisheiminum Hamragarð eru 1.846 mió kr. Inntøkurnar eru mettar til at verða góðar 4.300 mió kr. hægri í 2023 í mun til 2022. Skattalættin á 0,20% kostar á leið 0,5 mió kr.og vónar Bjarni Johansen borgarstjóri at hetta vil lætta um hjá borgarum í Vágs Kommunu. Bjarni leggur aftrat at í fjør var barnafrádrátturin hækkaður við 500 kr. fyri barnið og tí verður skattaprosentið dagført í ár.

Raksturin av tænastum, sum Vágs Kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2023 mettur at kosta áleið 61.5 mió. kr. Hetta er áleið 2,7 mió kr hægri enn í 2022. Tað er serliga Almanna- og heilsumál, Børn og ung umframt Mentan og frítíð sum økja um raksturin.

Vágs Kommuna fer í 2023 at rinda góðar 3,0 mió. kr. í skuld. Renturnar eru í 2023 mettar at verða góðar 0,3 mió. kr.

Raðfestingar í 2023

Vágs Kommuna fer í 2023 at gera íløgur fyri 7,850 mió. kr.

Fyrr í ár keypti Vágs Kommuna grannahúsið við barnagarðin Eikilund. Byrja varð at seta húsið í stand beinanvegin og heldur hetta arbeiðið fram í 2023 soleiðis, at húsið kann takast í nýtslu sum skjótast. Somuleiðis hevur Ungdómshúsið fingið eina dagføring í 2022 og heldur tað arbeiði fram í 2023.

Vágs Skúli hevur gjøgnum fleiri ár verið raðfestur við dagføringum og heldur tað arbeiði fram í 2023, har hølisviðurskiftini skulu dagførast.

Tað er av stórum týdningi at kommunurnar og tað almanna ganga undan ísamband við tað gørna orkuskifti og tí hevur Vágs Kommunua set av 1,5 mió kr. til orkuskifti í 2023 har Páls Høll millum annað skal hava eina varandi grøna orkuloysn.

Á tí tekniska økinum er peningur settur at til at gera vegin lidnan í nýggja kirkjugarði, keyp av nýggjari gravmaskinu og til asfaltering, sum er ein týðandi partur av viðlíkahaldinum av vegakervinum í Vágs Kommunu.

Á havna økinum eru settar 1,5 mió kr. til dagføringar av bátahylinum á oyrinum.

Hildi verður fram at uppraðfesta mentanar- og trivnaðarøki. 2,0 mió kr. er settur av til framhald av Fiskaplássinum á Løðhamari, sum eftir ætlan skal verða ein miðpallur í Vágs Kommunu innan mentanar- og trivnaðarøki. Av teimum 2,0 mió kr. eru settar 0,5 mió kr. av til vegagerð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo