Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vestmanna Kommuna

Vestmanna bygdarráð hevur við aðru viðgerð samtykt fíggjarætlanina fyri 2025. Skattaprosentið lækkar við 0,25% stigum, frá 21,15% til  20,90%, og barnafrádrátturin hækkar við kr. 1.000,  frá kr. 5.500 til kr. 6.500. Foreldragjaldið fyri dagstovnatilboðið – har foreldrini bert rinda fyri eitt barn – er óbroytt, somuleiðis millummálaskipanin við egnari køkshjálp á Dagstovnaøkinum. 

Góðar 19,4 mill.kr. eru settar av til íløgur komandi ár.

Fíggjarliga støðan hjá Vestmanna kommunu er góð, og er tað alneyðugt nú stórar íløgur skulu gerast í Vestmanna Skúla. Fyrstu ferð í langa tíð hevur kommunan onga skuld, og svarar hvørjum sítt við verandi inntøkugrundarlagi.

Í fíggjarætlanini fyri 2025 roknar kommunan við einum fíggjarligum halli á góðar 8,6 mió.kr, sum stavar frá hesum íløgum:

  • Hølir til VÍF

  • Projektering av høvuðsumvæling av Vestmanna Skúla

  • Víðkan av kirkjugarðinum á Knúgvum

Allar ætlaðar verkætlanir verða fíggjaðar við tøkum peningi.

Les meira á heimasíðuni hjá kommununi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo