

Synergi: Gevur GDPR tær hug at stinga høvdið í sandin? Ella at halda tær fyri oyruni?
- Hevur tú torført við at skilja, hvat vendir upp og niður í dátuverndarlógini?
- Hevur tú hoyrt, at ein føroysk fyritøka sær út til at fáa stóra bót?
- Stúrir tú fyri, at tykkara arbeiðspláss kann verða rakt av hesum?
So er eitt at gera! - Tað er at seta seg inn í tingini.
Tey flestu (ella øgiliga nógv), sum hoyra um GDPR, hava hug at stinga høvdið í sandin ella at halda fyri oyruni. Orka ikki at seta seg inn í, hvat dátuverndarlógin í veruleikanum sigur og krevur.
Men tey flestu halda tó samstundis, at tað er neyðugt við einari dátuverndarlóg.
Og veitst tú hvat?
Hóast tað ljóðar innviklað.
Torført.
Turrisligt.
Óyvirskoðiligt.
[set sjálv/ur nakrar kenslur inn her]
So er lógin kanska einfaldari, enn tú gongur og ímyndar tær.
Kom á skeið og lær um GDPR
- og fá gott innlit í dátuverndarlógina uppá ein dag!
Á grundskeiðinum um GDPR, ið Synergi skipar fyri 2. mars 2023, lærir tú um, hvussu tit skulu handfara persónsupplýsingar.
- Kom og fá yvirlit yvir, hvat dátuverndarlógin í veruleikanum sigur.
- Kom og fá greiðu á ivamálunum og spurningunum, sum tú situr við.
- Kom og fá innlit í, um tit noyðast í holt við at gera nakrar broytingar.
- Kom og hoyr hvussu onnur gera. Hvørjar loysnir hava tey valt?
Kom og fá stýr á GDPR, so tit ikki eisini enda við at fáa bót.
Kanska skulu tit bara gera smáar justeringar, hvør veit?
Les alt um skeiðið her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo