Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyaprent: Fríggjadagin 23. september var móttøka á Føroyaprent, í samband við at nýggi Anapurna flatbedprintarin er tikin í brúk. Printarin kann printa á flest øll evni, og upp til eina tjúgd á 4,5 cm.

Slepp undan plasti í stórprenti
Vanligt er í stórprenti, at nógv plastevni verða nýtt í øllum liðum. Vanliga verður prentað á sjálvklistrandi plast, ið verður laminerað við plasti og síðani verður hetta klistrað á eina plastplátu. Við nýggja Anapurna-printaranum ber nú til at prenta beinleiðis á eina MDF- ella krossfinerplátu. Og tá UV-liturin er turrur, hevur hann so at siga einki umhvørvisárin.

Framleiðslustøðið í hásæti
Í 2018 keypti Føroyaprent eitt Zünd CNC-skeriborð. Hetta var fyrsti liður í eini menningarætlan á stórprentdeildini. CNC-skeriborðið bæði sker og fresar í plátur, træ, pappír og annað í alskyns skapi – og júst her er flatbedprintarin tann fullkomni liðfelagin. Nú verður títt tilfar prentað á flatbedprintaranum og fer beinleiðis yvir á skeriborðið, har skapið verður skræddarseymað til júst títt ynski.

Føroyaprent er størsta prentsmiðjan í Føroyum við útgerð innan prepress, digitalprent, arkprent, stórprent og bókbinding. Ein stórur partur av virkseminum á Føroyaprent er skelti, bannarar og plakatir í stórum støddum og alt innan deko. Á Hoyvíksvegi húsast 25 serútbúgvin starvsfólk, ið eru til reiðar at hjálpa tykkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo