Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mánakvøldið 17. oktobur fer Anne Hjernøe at halda fyrilestur um 'Góð skiftisár' á Fiskastykkinum Úti á Gjógv í Sandavági. Anne er journalistur og matrithøvundur, og kend úr sjónvarpsrøðini 'Anders og Anne i Norden'. Í løtuni er Anne aktuel við bókini 'Stærk overgang', sum snýr seg um skiftisárini.

Á fyrilestrinum fer Anne at viðgera ymisk viðkomandi evni um tíðina mitt í lívinum. Skiftisárini kunna vera sera ymisk frá kvinnu til kvinnu. Kortini eru tað fleiri felagsnevnarar, sum kunna læra okkum, hvussu vit kunna gera hetta skiftið lættari at vera í, og lættari at handfara. Anne sigur frá síni søgu um hvussu hon sjálv er ávirkað av, at hormonini fara úr kroppinum. Fokus verður sett á mat, svøvn, venjing, vekt, sex, kostískoyti og hormonir, og á annað, sum kann tryggja kvinnum eitt gott skifti. Í hesum persónliga og undirhaldandi fyrilestrinum ger Anne upp við tey tabu, ið altíð hava verið sett í samband við skiftisárini. Við støði í nýútgivnu bókini varpar hon ljós á týdningin av at tosa um tingini, fáa tey fram í ljósið og tosa við vinkonur okkara um tey. Hon heldur at samskiftið er vegurin fram, og at viðhvørt hava vit bara brúk fyri at flenna eftir tí heila, og deila søgurnar um blóð, sveitta og tár.

Sí meira um tiltakið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo