Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

At koyra ov skjótt er vandamikið, men tá tað hendir í einum tunli er vandin fleirfaldaður, tí hørðu veggirnir har fara ikki at geva seg, um onkur rennir á teir. Tí er tað eisini strangari reglur fyri koyring í tunlum, eitt nú er ikki loyvt at yvirhála í einum tunli.

Men tað hevði ein ung kvinna, fyrst í 20unum, sum í gjár koyrdi gjøgnum Kollfjarðartunnilin, ikki fingið við tá hon tók koyrikortið. Ella hevði hon gloymt tað, ella legði líka í tað.

Kvinnan hevði fleiri onnur við sær í bilinum, tá hon var steðgað av politinum, tí hon koyrdi næstan 180 km/t. Politiið tók koyrikortið frá henni á staðnum, harumframt fær hon eisini eina bót.

Sagt verður, at tað er ikki oftani, at ungar kvinnur gera hetta slagið av lógarbroti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo