Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Sjóvinnustýrið:  Umborð á føroyskum fiskiskipum skulu skipari, stýrimaður og maskinyvirmenn hava føroyskt sjóvinnubræv.

Tó kunnu útlendingar mynstra í einum starvi, har sjóvinnubræv krevst, um útlendingarnir hava fingið eitt viðurkenningarprógv frá Sjóvinnustýrinum.

Tað er reiðarin, sum skal senda umsókn um viðurkenningarprógv til Sjóvinnustýrið. Saman við umsóknini skal leggjast avrit av útlendska sjóvinnubrævinum.

Útlendska sjóvinnubrævið skal hava eina STCW-F átekning, fyri at viðurkenningarprógv kann gevast út og harvið fyri at kunna nýtast umborð á føroyskum fiskiskipum.

Umsóknir um viðurkenningarprógv skulu sendast til Sjóvinnustýrið.

Øll manningin skal hava galdandi trygdarskeið og heilsuprógv
Øll, sum mynstra umborð, skulu hava galdandi trygdarskeið og galdandi heilsuprógv fyri sjófólk. Útlendsk trygdarskeið sambært STCW-sáttmálanum eru góðkend at nýta umborð á føroyskum skipum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo