Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BL: Business-line er um ársskiftið flutt í nýggja kt-skipan, sum umframt at bøta um trygdina, eisini fer at gera tað skjótari og lættari at finna feløg, persónar og roknskapir. Nýggja útgávan er ment á tann hátt, at hon er eins løtt at brúka á fartelefonini sum á telduni.

Stóra almenna vinnuskráin hjá BL.fo, ið inniheldur virkisupplýsingar um føroysk partafeløg, er ókeypis til nýtslu hjá øllum, ið hava áhuga í føroyskum vinnulívi. Somuleiðis er ókeypis hjá øllum at síggja gongdina í bruttoúrsliti, rakstrarúrsliti og eginpeningi hjá øllum føroyskum partafeløgum.

Business-line inniheldur umframt ókeypis vinnuskránna eisini ein roknskaparportal, á mannamunni best kendur sum BL.fo, har árshald, ið geva atgongd til føroyskar roknskapir, kunnu teknast. Seinastu 22 árini hevur BL verið veitari av roknskapum og viðkomandi virkisupplýsingum um øll føroysk partafeløg.  Tænastan er nógv brúkt í Føroyum og úti í heimi, har áhugamál eru við føroysku vinnuna.

– Business-line setti sær sum mál frá byrjan at gerast tann støðugi og tryggi veitarin av búskaparligum upplýsingum um føroyskt vinnulív. Skjót og løtt atgongd til hesa vitan er eitt hent amboð hjá fyritøkum og stovnum, sigur Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur, sum í 2000 stovnaði Business-line og sum øll árini hevur stjórnað skipanini.

Tað er kt-felagið Lunnar Sp/f í Saltangará, ið hevur staðið fyri tøkniligu umleggingini og seinastu menningini av BL.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo