Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-160/2021 frá Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um grótkastið á Símunarbukt í Skopun.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví er Landsverk ikki farið undir at umvæla grótkastið á Símunarbukt í Skopun?

2. Nær verður farið undir hetta arbeiðið?

Svar til fyrispurning nr. 1 og 2.
Landið eigur og rekur sjálva ferjuleguna í Skopun, men rindar tó eisini havnagjøld til Skopunar kommunu. Havnin er annars kommunal, herímillum eisini grótkastið á Símunarbukt í Skopun.

Landið hevur fíggjað meginpartin av øllum umbyggingum og útbyggingum av Skopunar havn.

Landsverk kannaði skarðið á grótkastinum í Símunarbukt, sum kom eftir uppgangin, og var arbeiðið mett til at kosta umleið 1 mió. kr. at gera aftur.

Sambært Landsverki setti stovnurin seg í samband við Skopunar Kommunu, um at gjalda helvtina av kostnaðinum, tí Landsverk hevði ikki játtan til at fíggja alt arbeiðið av tí vanligu játtanini til havnir. Skopunar kommuna ynskti ikki at vera við í hesi verkætlan. Tí varð arbeiðið ikki gjørt í 2021.

Landsverk hevur stórt grót á goymslu á keiøkinum í Skopun, sum er tikið upp á land tá innsiglingin er ruddað. Tað er vert at kanna hvussu tað kann brúkast til grótkastið.

Tað er eingin peningur játtaður til at umvæla grótkastið á Símunarbukt í Skopun í 2022.

Tinganes, 13. apríl 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo