Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

KFUM og KFUK Skótarnir: Í døgunum 23. juli til 31. juli 2022, verður altjóða skótalegan Spejdernes Lejr, sum verður hildin 4. hvørt ár, í Hedeland Naturpark á Sælandi í Danmark. Legan er tann størsta í Norðanlondum, og væntandi luttaka áleið 40.000 skótar. Hetta er ein lega, ið allir skótar í Føroyum kunnu luttaka á, og í ár luttaka 73 skótar og leiðarar úr Føroyum. Skótarnir eru í aldrunum 10 til 17 ár.

Skótabólkarnir, sum eru umboðaðir í Føroyum í ár eru, KFUK skótarnir úr Havn, KFUM skótarnir úr Havn, KFUM & K skótarnir úr Klaksvík og Fuglafirði.

Fyri at tað skal vera fíggarliga gjørligt hjá skótunum at fara á altjóða skótaleguna, hava skótabólkarnir skipað fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú køkutombula, kondibingo, lutaseðlasølu og eisini er stuðul fingin til vega frá eitt nú viðkomandu kommunum, fyritøkum, kirkjuráðum, handlum og øðrum. Allur stuðul og vælvild ger stóran mun, og vilja vit takka fyri hetta.

Samansjóðing áðrenn farið verður úr Føroyum
Tá skótar í ungum aldri skulu uttanlanda á legu, er týdningamikið at skótarnir eru væl fyrireikaðir uppá tað, sum teir skulu gera og uppliva á leguni. Sum partur av fyrireikingini varð skipa fyri legu í Klaksvík í vikuskiftinum 6. mei til 7. mei, har skótarnir úr Føroyum kundu møtast.

Her varð gjørt nógv burturúr ymiskum skótakynstrum, eitt nú pionering. Skótarnir pionerðu borð, inngangsportur, skrellistativ og aðrar týðandi lutir, ið skulu brúkast á leguni.

Eisini royndu skótarnir, í patruljum, at matgerða á stormkøkum. Skótarnir vóru bæði í sínum kendu patruljum, men eisini í blandaðum patruljum, soleiðis at skótarnir úr teimum ymisku skótabólkunum eisini lærdu hvønn annan at kenna.

Ein av meginreglunum í skótarørsluni er at lyfta í felag og at hjálpa hvørjum øðrum, og hendan legan var onki undantak. Tí hjálptu øll til, og kanska serliga, tá ið legan var komin at halla, og alt skuldi ruddast av. Tað var ein frægd fyri leiðararnar at síggja hvussu raskir ungu skótarnir vóru, og eingin ivi er um, at nú eru skótarnir klárir at fara avstað.

Spejdernes Lejr
Aðalmálið á leguni er “Saman um framtíðina”. Ein partur av hesum er, at vit sum skótar verja nátturúna og tilfeingið á jørðini. Vit arbeiða fyri einum betri og burðardyggari heimi, og stremba eftir at gera ein jaligan mun fyri menniskjunum og klótuni, vit búgva á. Sum skótar hava vit vón fyri framtíðina og stuðla tí heimsmálunum og virka fyri teimum. Aðalmálið kemur at mynda gerandisdagin á leguni.

Á leguni hava skótarnir møguleika fyri at luttaka á rúgvuvís av aktivitetum, sum allir hava eitt innihald, ið er í tráð við aðalmálið fyri leguna. Harafturat fevnur legan um eitt rættliga stórt landafrøðiligt øki, sum fevnir um fleiri kommunir. Eitt nú Roskilde, Greve og Høje Tåstrup kommunu, og við hesum hava skótarnir eisini møguleika fyri at uppliva bæði mentunar, søgulig og náttúru fyribrigdir í hesum kommunum.

Ynskiligt er harafturat at legan skal verða ein møguleiki fyri allar skótarbólkar at varpa ljós á teirra skóta arbeiðið og skótarørsluni sum heild, sum enn telist ímillum størstu barna- og ungdómsrørslur í heiminum.

Skótarnir úr Føroyum sum luttaka, ynskja við hesum kunningarskrivi, at verða við til at vísa á, fyrst og fremst at vit luttaka á “Spejdernes lejr”, men eisini at skótarørslan enn er sera virkin ímillum børn og ung í Føroyum

Seinastu fyrireikingirnar
Í teimum ymiskum bólkunum í Føroyum verða tær seinastu fyrireikingarnar nú gjørdar. Nógv útgerð skal fáast til vega, eitt nú telt, stormkøkar o.a. og heima hjá teimum einkultu skótunum skal útgerðin og klæðir eisini keypast ella fáast til vega, tá farið verður á eina so stóra legu. Skótin skal verða útgjørdur og klárur til at búgva í tjaldi, matgera á stormkøki og til at øll wc og brúsu fasilitetir o.a. alt verður uttandura í 8 dagar.

Vit úr Føroyum gleða okkum nú sera nógv til at fara avstað, og væntandi fáa skótar og leiðarar upplivingar fyri lívið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo