Tann seinasti flogtúrurin við Boeing 737–600 setti eitt serligt radarspor eftir sær, tá ið flogfarið fleyg sín seinasta túr millum Svøríki og Noreg via Danmark.
– Vit siga um flogfarið at tað er ein sannur arbeiðshestur av einum flogfari at vera. Hetta slag av flogførum hevur lent 50.000 ferðir og hevur flogið rutuna í 20 ár.
Orðini eigur flogskiparin Rolf Liland, sum var við á seinasta túrinum millum Stokkhólm og Oslo leygardagin, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo