Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Á tidarrit.fo, sum Landsbókasavnið umsitur, ber nú til at lesa Skúlablaðið, frá fyrstu útgávuni, sum var í desember 1930, til seinasta blaðið, sum er lagt út, desember 2014. Ein árgangur verður lagdur afturat hvørt ár.

Tað er Føroya Lærarafelag, sum gevur út blaðið; seinni í summar verður atgongd av heimasíðuni hjá felagnum beinleiðis til Skúlablaðið á tidarrit.fo

Samanlagt hevur Skúlablaðið 85 ár á baki í ár. Fyrsta royndin at geva út eitt fakblað fyri føroyskar lærarar varð gjørd í 1923. Hetta fyrsta nummarið av Føroya Skúlablað var ógvuliga framsøkið og hevði stórar ætlanir, men lærarar tóku ikki undir við blaðnum. Eftir trý nummur, eitt í 1923 og tvey í 1924, datt útgávan niðurfyri. Johan Kallsoy var blaðstjóri og tann einasti, sum skrivaði í blaðið.

Skúlablaðið - soleiðis sum vit kenna tað í dag - kemur á fyrsta sinni út í desember 1930 sum eitt royndarnummar. Árið eftir - í 1931 í januar - kemur fyrsta regluliga blaðið, og kunngjørt verður í blaðnum, at ætlanin er at hava fýra útgávur um árið. Blaðið er komið út síðan, undantikið í 1941 og 1942. Sum skilst í nógvum teimum fyrstu Skúlabløðunum, fingu føroyskir lærarar danska fakblaðið Folkeskolen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo