Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vælumtókti bólkurin RSP kemur at framføra.

Vælumtókti bólkurin RSP kemur at framføra.

Vælumtókti bólkurin RSP kemur at framføra.

Íverksetarahúsið: Hetta er árliga kappingin, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan.

Finalan byrjar kl.09.30 og verður í Norðurlandahúsinum.

Gott 150 næmingar úr framhaldsdeildunum kring alt landið, hava seinasta árið luttikið í skeiðum, sum Íverksetarahúsið hevur skipað fyri. Hetta eru skeið í m.a start-up, søla og framførsla og leiðsla og nýskapan. Harumframt hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan á skúlunum, og hava á tann hátt eisini arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur, sum tey síðan hava ment. Tað eru nøkur av hesum hugskotunum, ið vit fara at síggja meir til fríggjadagin.

SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, har sjóneykan verður sett á stovnsetan av egnum virki.

Verkætlanir sum hesar, eru við at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum, longu frá ungum árum, umframt at tær geva næmingum møguleikan at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Í ár eru næmingar frá Skúlatrøð, NámX, Eysturskúlanum, Tofta- og Runavíkar kommunuskúla og skúlanum við Løgmannabreyt við til finaluna.

Til finaluna fríggjadagin verður tað landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, ið setur finaluna. Síðan fara næmingarnir at leggja fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestur verkætlanina. Tá dómarapanelið fer at umráða seg í steðginum, kemur vælumtókti bólkurin RSP at framføra.

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Next Level er líknandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Hetta verður fjórða árið, at vit senda føroyskt umboð at luttaka í tí kappingini, sum vit hava klárað okkum sera væl til. Eitt nú vann Duell, ein bólkur úr NámX, kappingina í 2021 og í fjør gjørdist Ovis, úr Runavík, nummar trý.

Betri og Føroya Tele geva 5.000,- kr. hvør í til vinnandi bólkin, sum síðan er ein partur av fíggingini til ferðina til Next Level kappingina í Danmark. Bólkur nr. 2 og 3 fáa somuleiðis ein vinning á ávíkavist 1.500 kr. og 1.000 kr.

SkúlaFM er eitt samstarv ímillum Íverksetarahúsið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og skúlarnar kring landið.

Skráin er henda:

kl. 09.00 Dyrnar lata upp

kl. 09.30 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin

kl. 09.35 Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, setur dagin.

Kl. 09.45 Framløgur

Kl. 11.15 Steðgur

Kl. 11.35 RSP

Kl. 12.00 Avdúking og handan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo