Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Innskrivingin til skúlaárið 2023/24 er nú opin. Freistin at skriva inn í forskúla, skúla og frítíðarskúla er týsdagin 17. januar 2023 klokkan 13.

Skriva inn í 1. flokk
Tey børn, sum frammanundan ganga í forskúla, eru innskrivað í sama skúlanum, har tey ganga í forskúla. Hevur tú barn í forskúla, er sostatt ikki neyðugt at skriva barnið inn av nýggjum. Ynskir tú hinvegin pláss í øðrum skúla enn tí skúlanum, barnið gongur í forskúla í, mást tú skriva barnið inn av nýggjum.

Foreldur, ið ætla at skriva børn fødd í 2016 inn í 1. flokk til komandi skúlaár, kunnu avgreiða innskrivingina í bókingarskipanini BARN, sum tú finnur leinki til á síðu okkara um innskriving í skúla.

Tá tú skrivar barnið inn í 1. flokk, kanst tú í sama viðfangi velja at skriva barnið inn í frítíðarskúlan, sum hoyrir til skúlan.

Skriva inn í skúla

Skriva barnið inn í forskúla
Foreldur, ið ætla at skriva børn fødd í 2017 inn í forskúla í Sankta Frans skúla, Skúlan á Argjahamri, Skúlan á Fløtum, Eysturskúlan ella Kaldbaks skúla kunnu avgreiða innskrivingina í bókingarskipanini BARN, sum tú finnur á síðu okkara um at skriva inn í forskúla.

Tá tú skrivar barnið inn í forskúla, kanst tú í sama viðfangi velja at skriva barnið inn í frítíðarskúlan, sum hoyrir til skúlan.

Skriva inn í forskúla

Forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy og Velbastaðar skúla
Í Nólsoy er eitt forskúlalíknandi tilboð. Eitt forskúlalíknandi tilboð er eitt skipað samstarv millum dagstovn og skúla. Ynskir tú at skriva títt barn inn í forskúlalíknandi tilboðið í Nólsoy, skalt tú venda tær til Nólsoyar skúla.

Ætlanin er, at eitt forskúlalíknandi tilboð eisini verður í Velbastaðar skúla. Foreldur verða kunnað um hetta seinni.

Endurinnskriving í frítíðarskúla ikki neyðug
Tað er ikki neyðugt at skriva tey børnini, sum frammanundan ganga í frítíðarskúla inn av nýggjum. Vilt tú hinvegin siga plássið í frítíðarskúla frá tær komandi skúlaár, kanst tú rita inn í BARN-skipanina og siga plássið upp har. Tú fært atgongd til BARN-skipanina frá síðu okkara um uppsøgn av frítíðarskúla:

Sig upp frítíðarskúla

Upptøkureglur og upptøkuøki
Skúlarnir hava grundupptøkuøki. Tað er tó ikki vist, at øll sum búgva í grundupptøkuøkinum fáa pláss í skúlanum í økinum. Tá tilgongdin til ein skúla er størri enn talið av tøkum plássum, luta vit plássini út við støði í politiskt samtyktum leiðreglum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo