Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Skúlakort til 10. flokk og NámX

Spurningar:
1. Hava allir skúlanæmingar, sum ætla sær víðari eftir 9.flokk, somu almennu ferðamøguleikar til og frá skúla?

2. Er ætlanin at geva NámX og 10. flokkunum somu treytir viðvíkjandi skúlakorti sum næmingar á miðnámi, eftirskúlum og háskúlum?

Viðmerkingar:
Skúlaskipan okkara er soleiðis háttað, at vit hava skúlaskyldu í 9 ár frá 1. til 9. flokk.

Eftir lokna skúlagongd eru fleiri skúlatilboð opin fyri ungdóminum. Í Føroyum hava vit miðnámsskúlar, Vinnuháskúlan, eftirskúlar, háskúlar, Húsarhaldsskúlan, NámX og 10. flokkar.

NámX er eitt skúlatilboð skipað á Eysturskúlanum í Havn. Fleiri breytir virka við samstarvi við miðnámi á Glasi. 10. flokkur kring landið er skipað í størri eindum, har breytavalið gerst fjølbroyttari. Næmingar úr øllum landinum hava møguleika at ganga á ymisku skúlatilboðunum.

Ein skipan við skúlakorti til og frá skúla er skipað fyri næmingar, sum ganga á miðnámi og vinnuháskúlum - og nú á eftirskúlum og háskúlum. Henda skipan riggar væl.

Skúlatilboðini NámX og 10. flokkarnir eru skúlatilboð eftir loknan 9. flokk, eins og eftirskúlar og háskúlar. Tí hevði tað verið rættvíst, at allir næmingar, ið ganga á skúlatilboðnum eftir 9.flokk, fingu somu treytir eftir líkheitsprinsippinum.

Fyri meg er tað eitt ivamál, um tað er av misgáum, at støðan er soleiðis. Fyri at fáa greiðu á hesum og fyri at fáa landsstýrismannin at tillaga skipanina, verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 28. februar 2022
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo