Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

 

Nú kavin hevur lagt seg um oyggjarnar, og jólini nærkast, bjóða næmingar í Vágs skúla til hugnaløtu í Vágs kirkju.

Tað eru næmingar í 1. - 3. flokki, saman við lærarum, ið hava fyriskipað hetta tiltakið, sum er ætlað sum alment tiltak fyri tey, sum á onkran hátt hava eina løtu at seta av til jólasang, hugna og frásøgn.

Tiltakið er nú mikudagin 14. desembur kl. 11.

Næmingarnir hava seinastu tíðina sungið og vant nógv til jólatiltøkini í skúlanum, eins og tey hava vitjað runt í bygdini til ymisk tiltøk, eins og tey hava sungið inn nýtt jólalag, sum júst er komið út.

Nú er alt við at koma upp á pláss, og tí bjóða næmingar og lærarar til hugnaliga løtu við sangi, Luciagongd og søgu.

Tiltakið er lítlan tíma til longdar og byrjar sum nevnt kl. 11.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo