Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Vit eru ófør at gera kanningar, men ússalig at brúka úrslitini av kanningini til nakað munagott, lutvíst tí at vit ikki tora at gera tað, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, við Skúlablaðið.

Í Mentamálaráðnum hava tey vitan og kunnleika um, hvussu næmingarnir í einstøku skúlunum kring landið klára seg; hesa vitanina hava tey eitt nú úr úrslitum í PISA-kanningum, landsroyndum, ársmetum og próvtøkutølum. Hóast stóra og neyva vitan, so er kortini ikki siðvenja at brúka vitanina ítøkiliga, eftirmeta skúlarnar sambært vitanini og seta átøk í verk, har tørvur er á tí.

Og tað er ikki nóg gott, heldur landsstýriskvinnan við skúlamálum. Hon hevur áður verið frammi um, at vit eiga ikki at gera kanningar uttan at brúka úrslitini av kanningarúrslitunum til nakað munagott, til dømis landsroyndirnar.

- Tað er sjálvsagt ikki rætt at hava eina vitan og ikki brúka hana; vit í Mentamálaráðnum eiga at gerast nógv dugnaligari og skjótari til at eyðmerkja skúlar, sum fáa góð úrslit, og skúlar, sum fáa minni góð og vánalig úrslit.

- Vit vita, hvørjir skúlarnir eru, men vit gera lítið og einki við tað. Vit eiga at taka fram teir skúlar, sum fáa alt at bera til, og sum hava góð úrslit. Og somuleiðis, tá ið vit síggja skúlar og flokkar, sum smokka niður ferð eftir ferð, eiga vit eisini at vera til taks og hjálpa til, soleiðis at gongdin verður vend.

- Skúlar eiga eisini at venja seg við at verða eftirmettir og endurskoðaðir. Vit eru ófør at gera kanningar, men ússalig at brúka úrslitini av kanningini til nakað munagott, lutvíst tí at vit ikki tora at gera tað.

- Tað krevur ikki bara dirvi, men at vit sum skúlamyndugleiki tora at taka á okkum ta ábyrgd vit eiga; hetta snýr seg á ongan hátt um at heingja nakran út, tí tað hevur eingin áhuga í.

- Tað er ein veruleiki, at børn í Føroyum fáa ikki eitt javn gott tilboð, og somuleiðis at børn vaksa upp í einum umhvørvi, har tey ikki verða stimbrað at lesa. Summi fáa eitt skúlatilboð, sum ikki er nóg gott, tað vísir kanningin av lesivanum eitt nú; tað er synd í børnunum, ikki læraranum; hann eigur at fáa hjálp.

Les samrøðu við Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í Skúlablaðnum, sum kemur í august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo