Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í fleiri ár hava røddir verið frammi um, at tørvur er á sálarfrøðingi í fólkaskúlanum at røkka teimum næmingum, sum lærarar og heilsufrøðingar ikki røkka. Kortini hevur ikki verið lætt at slóða fyri, at sálarfrøðingur kann koma inn um skúlans gátt. Leiðslan í næststørsta skúlanum í landinum, Skúlatrøð í Klaksvík, søkti fyri eini tíð síðan Undirvísingarstýrið um tímar at fáa sálarfrøðing í starv. Um somu tíð arbeiddi Thorvald Danielsen sjálvur við eini ætlan um at sleppa at virka í skúlanum, uttan tó at hann og skúlin vistu av ætlanunum hjá hvørjum øðrum. Skúlin fekk í fyrsta umfari noktandi svar frá Undirvísingarstýrinum at seta sálarfrøðing í skúlanum. Thorvald Danielsen, sum er løggildugur sálarfrøðingur, vendi sær til Klaksvíkar kommunu við fyrispurningi um at sleppa at virka í skúlanum, og har frætti hann um ætlanirnar hjá skúlanum.

- Longu meðan eg var undir lesnaði, hugsaði eg, at eg vildi arbeiða í einum skúla sum sálarfrøðingur, og tað havi eg eisini hugsað javnt og samt eftir, at eg var liðugur við útbúgvingina. Og tað var við fyribyrging fyri eyga. Í 2015 fóru skúlasálarføðingar at virka á miðnámsskúlum, so hví ikki í fólkaskúlanum eisini? Eg havi annars møtt stórari vælvild og verið væl móttikin, og tað haldi eg kemst av, at eg virki ikki inni á økinum hjá Sernámi, barna- og ungdómspsykiatriini ella barnaverndartænastunum.

Tá ið royndar- og menningarverkætlanin fór í gongd fyrst í skúlaárinum 2021, var markið sett við, at hvør næmingur kann fáa í mesta lagi tíggju samrøður hjá sálarfrøðinginum; hetta verður helst avmarkað aftur til 6-8 samrøður. Helmingurin av næmingunum, sum hava verið til viðtalu hjá skúlasálarfrøðinginum, eru næmingar í hádeildini. Hinir eru spjatt út á yngru árgangirnar, eisini í grunddeildini, og tá eru foreldur við. Sálarfrøðingurin kann eisini hava samrøðu við lærarar, sum tørvar tað.

- Tað tekur tíð at byggja tilboðið upp, skipa tað og fáa tað at virka, tí alt skal gerast frá grundini. Nógv tíð er farin við at gera greiðar mannagongdir, og síðan at venja lærarar og næmingar við tilboðið og gera tey trygg við, at tað er í lagi at fara til sálarfrøðingin. Tað vísir seg at vera lutfalsliga lætt hjá nógvum næmingum at koma til skúlasálarfrøðing, tað er als ikki tabuiserað, og fleiri tosa púra opið um at koma til skúlasálarfrøðing.

Hvussu tað verður, tá ið royndar- og menningarverkætlanin er av á sumri komandi ár, veit Thorvald Danielsen ikki. Royndirnar higartil vísa, at tørvur er á tilboðnum.

- Tað er avgjørt tørvur á einum skúlasálarfrøðingi at hava stuðlandi samrøður við næmingar. Eg haldi eisini, at tann ivin, sum hevur verið um hetta tilboðið, hvørt sálarfrøðingur eigur at vera í einum skúla ella ikki, er minni nú, enn áðrenn vit fóru undir tað. Hvar sálarfrøðingurin hoyrir undir, skúlan, førleikastovuna, Gigni, Sernám ella kommununa kann vera undirorðnað. Í hesi royndarverkætlanini hoyri eg undir leiðsluna á skúlanum á Skúlatrøð, Undirvísingarstýrið játtar tímar og kommunan høli. Hetta hevur riggað væl eftir mínum tykki, men tá hon verður eftirmett um hálvt annað ár, rokni eg við, at ein niðurstøða er um, hvat er best.

Thorvald Danielsen søkti upprunaliga um at sleppa at arbeiða fulla tíð sum sálarfrøðingur í skúlanum, men fekk játtað hálva tíð. Hann ivast tó ikki í, at grundarlag hevði verið fyri at arbeitt fulla tíð.

- Á Skúlatrøð eru fleiri enn 700 næmingar, her er ríkiligt at gera, og virksemið hjá mær kundi verið víðkað við ymsum samrøðubólkum, sum eru aðrastaðni, til dømis fyri næmingar, sum syrgja ella næmingar, sum hava foreldur, ið eru farin hvør til sítt. Haraftrat kundi eg farið meiri út í flokkarnar og tosað við næmingar um sálarheilsu.

Les samrøðu við Thorvald Danielsen í Skúlablað nr 2, 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo