Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Kringvarpið hevur tosað við Hera Danielsen - trýst her

Ein viðmerking hjá Hera Danielsen um skúlaskipanina, sum ikki hóskar til allar næmingar, er farin sum rótasúpan á facebook.

Dagføringin kann lesast her:

So ja, nakrir tankar ið eg ikki orkaði, at hava í høvdinum longur, koma so her.

Hvussu ofta hevur skúlaskipanin planir um at útnevna meg býttan og dovnan? Eg kann bert útala meg útfrá mínum egnu royndum.

Tí tá eg nú havi gingið í skúla í 11 og 1/2 ár, síggi eg eitt mynstur her í Føroyum og í øllum heiminum.

Eg eri stutt sagt býttur.

Hví spyrt tú kanska, jú tað er tí, at eg dugi ikki nakað serligt at rokna. Staving og punktseting var ongantíð mín gáva. (sum eisini sæst í hesum skrivinum).

Mín vilji til at konsentrera meg í einari skúlastovu, og í 45 min. í fólkaskúlanum var ein marra, fyri at siga tað milt.

Og eg havi onga diagnosu, eg eri bert ein persónur ið gjarna vil hava, at okkurt skal henda.

So til at hava blokkar ið eru 90 min í student, ja tit kunnu sjálvi rokna út hvussu mær dámar tað.

Tí eri eg býttur, tí eg eri ikki ein góður næmingur. Og eg má bara siga stórliga umskylda? umskylda at eg ikki havi hugin at gera 1-2 tímar skúlating, EFTIR SKÚLATÍÐ.

Eg eri bara ikki soleiðis uppbygdur. Tað er ikki soleiðis høvdið hjá mær virkar. Eg eri bert ein fiskur, ja, ein fiskur sum hevur fingið uppgávuna at klúgva upp á eitt træ.

Eg fekk eina viðmerking ein dagin: "Um tú ikki tímur skúlan, og tað hann inniber hví gongur tú so her?"

Hetta var eitt stórt vónbrot at hoyra, tí hvat annað kann eg gera? Vera dekkari á einum miðalbáti, timburmaður, elektrikkari ella kanska maskinsmiður.

Men tit, ið kenna meg, vita at tað er ikki har mítt potentiali er, ella mínar gávur eru.

Men hatta eru møguleikarnir, og samfelagið sigur: "Um tú ikki tímir nakað av hasum, so mást tú í miðnámskúla, har tað eru okkara reglur sum eru galdandi".

So ja, har eru mínir møguleikar.

Eg kann enntin fara at arbeiða við nøkrum, eg ikki eri gjørdur til, ella fara í eina skúlaskipan har eg verði kallaður óbegávaður og dovin í 13 ár.

Hví skal eg brúka 9 tímar um dagin, uppá skúlan tá ið skúlin hevur givið okkum hesar teymar? Tá ið mín heilið, sum ikki riggar inn í hatta systemið ikki er góður nokk?

Eg veit eg kann útføra nógv. Eg veit eg kann gera nógv gott í hesum heimi. Men áðrenn eg komi hartil.

Skal skúlin oyðileggja mær mítt hugflog og mítt sjálvsálit. So tá ið eg enduliga komi úr skúlaskipanini.

Eri eg so mikið skerdur, at eg ikki dugi longur. Tað eg upprunaliga vildi ella elskaði, tað eg faktiskt dugdi væl, tað var ikki í kategori?ini "viktig fak" í skúlanum.

Tað, eg fekk 12 fyri í skúlanum, er enn ikki gott nokk, tí eg dugi jú ikki tað viktiga.

Tú veist? alt tað, sum tey vilja hava eg dugi.

So tá eg einaferð komi út úr student, sum ein fríður fuglur, sum nú kann flúgva sín veg og fara allar leiðir.

Tá dugi eg ikki eingongd at flúgva, tí skúlin breyt mínar veingir. Takk fyri, skúli, tú ert mær so kærur.

Heri Danielsen, over and out

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo