Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sóknast eftir skúlastjóra, sum hevur hugsjónir um  skúlamenning og áhuga og hegni at átaka sær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum.

Í Vestmanna skúla eru 169 næmingar í 1. – 10. flokki. Skúlin hevur eisini serflokk, Melin, sum er eitt serligt skipað undirvísingartilboð. Í skúlanum starvast 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar. Starvið verður sett frá 15. oktober 2023 ella so skjótt sum til ber.

Um starvið
Talan er um eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum skúlastjóri skalt mynda skúlan námsfrøðiliga og fyristingarliga og skipa samstarvið við avvarðandi partar. 

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans, har høvuðsuppgávurnar eru:

• at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og dygd

• at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning

• at raðfesta námsfrøðiliga arbeiðið og virka fyri trivnaði og góðum samstarvi bæði við atliti at næmingum og starvsfólkum 

• at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd

• at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini

• at umsita rakstrar- og fíggjarviðurskifti skúlans

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Harumframt er tað ein fyrimunur, umumsøkjarar hava leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving í leiðslu. Skúlaleiðarar skulu sbrt. § 55a í fólkaskúlalógini antin hava tikið ella taka eina góðkenda leiðsluútbúgving.

Persónligir førleikar eru m.a.: 
• góð leiðslu- og samstarvsevni
• førleika at taka neyðugar avgerðir
• góðan málførleika, serliga í føroyskum

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í Vestmanna skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi 29. september 2023.

Umsóknin verður stílað til:
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
J. H. Schrøtersgøta 7
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella við t-posti: bumr@bumr.fo 

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, gransking barnavernd, barnaheilsu og dagstovnaøkið. Sí heimasíðu ráðsins www.bumr.fo og heimasíðu skúlans www.vestmannaskuli.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo