Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Hugla hevur í dag givið heiðurin “Ársins grøni skúli” til Skúlan við Løgmannabreyt.

Skúlin ger nógv við at skilja rusk, og hevur á skúlastovum heimagjørt skiljiborð, sum er gjørt úr endurnýtslu tilfari.

Hetta er við til at gera næmingar tilvitaðar um at skilja ruski, og at luttaka aktivt í tilgongdini.

Á lærarastovuni verður kaffi grums savnað, til at leggja út millum trøðini uttanfyri.

Trærestir úr smíðstovuni verða nýttar til sankutøð, og jólatræið, verður á hvørjum ári gjørt til flis.

Skúlin hevur toyposar, fyri at sleppa undan plastposum og skipar hvørja viku fyri útiskúla, har børnini eru úti og læra um náttúruna v.m.

Skúlin ruddar eisini javnan í Hoyvík.

- Vit ynskja skúlanum hjartaliga tillukku og fegnast um, at so nógv verður gjørt fyri náttúru og umhvørvið á skúlanum, sigur HUGLA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo