Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tað verða fýra kvinnur, sum í ár hava framsýningar á bókasavninum við Løkin á mentanarvikuni Skýming í Runavík. Á framsýningunum verða skulpturar hjá Guðrið Poulsen, og málningar hjá Rutt Mikkelsen, Onnu Jacobsen og Maritu Vestergaard.

Framsýningarnar lata upp á stórari fernisering sunnudagin 18. oktobur kl 16.00, og er opin fram til 20. novembur.

Ferniseringin verður beint aftaná at mentanarvikan er sett á tiltaki í Løkshøll. Til ferniseringina verða tríggjar áhugaverdar framløgur um hugtakið ´rúm´.

Guðrið Poulsen ger eina framsýning við størri og smærri skulpturum úr leiri og træi. Henda framsýning hevur fingið heitið rúm. Guðrið hevur fyrr havt framsýningar við sama heiti m.a. á Listasavni Føroya og Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypmannahavn. Haraftrat eigur Guðrið listaverk í fleiri býarmyndum í Føroyum, og eisini eitt verk í Odense í Danmark. Guðrið Poulsen er fødd í 1961 og er útbúgvin keramikari í Finnlandi og Íslandi. Tey seinnu árini hevur hon arbeitt minni við siðbundnum leirarbeiði. Í staðin hevur hon lagt stórri dent á at skapa list og listarverk, sum ikki beinleiðis hava eitt ítøkiligt og praktiskt endamál.

Rutt Mikkelsen hevur eina málningaframsýning við myndum, har tema er okkara mangan illa lýddi flytifuglur: Likkan. Hetta er fyrsta stóra framsýning, sum Rutt hevur í Føroyum. Hon hevur fyrr havt framsýningar í Dubai og ymsastaðni í Danmark, m.a. í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Rutt Mikkelsen er fødd í 1962 og hevur útbúgving úr listaskúla í Dubai, umframt útbúgving innan seyming og sniðgeving. Rutt hevur altíð verið kreativ, men byrjaði av álvara at mála fyri fáum árum síðani og hevur roynt ymiskar stílir. Henni dámar at royna nýggjar teknikkir og bjóða tí siðbundna av.

Anna Jacobsen hevur eina málningaframsýning har flestu motivini eru av fólki og støðum úr gerandisdegnum, umframt landsløg. Anna hevur fyrr luttikið á felags framsýningum m.a. tá Lions Club hevur skipað fyri. Anna er fødd í 1968 og hevur gingið til máling á kvøldskúla og luttikið á háskúlaskeiði, men er annars mest sjálvlærd. Hetta verður hennara størsta framsýning higartil.

Marita Vestergaard hevur verk, sum flestu hava ein ævintýrkendan dám. Verkini eru litrík og minna ofta um myndir úr teknirøðum við verum úr øðrum heimum. Myndarøðin á hesi framsýning kallast: Vill Náttúra- Ótamt lív. Hóast sín unga aldur hevur Marita longu havt fleiri framsýningar. Tær flestu í Eysturoynni, tó eina í London í 2013, har hon gjørdi nógv við máling eitt tíðarskeið. Marita er fødd í 1993 og er sjálvlærd. Henni dámar at eksperimentera við stílum, tilfari og málihættum. Í dag málar hon mest við akryl.

Stór fernisering við hugleiðinum um rúm.
Mentanarvikan verður sett í Løkshøll sunnudagin 18. oktober á tiltaki, sum byrjar klokkan 15.00. Beint eftir setanina, klokkan 16.00 verður fernisering á bókasavninum. Vit útgangsstøði í framsýningini rúm hjá Guðrið Poulsen fara trý kend yrkisfólk at hugleiða um hugtakið rúm, sæð úr teirra fakliga sjónarhorni.

Tey eru Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Kim Simonsen, granskari og høvundur og Heidi H. Poulsen, arkitektur. Tað er ókeypis atgongd til tiltakið.

Aðrar framsýningar og onnur listaupplivilsir eru eisini á skránni á mentanarvikuni. Nevnast kann td. myndaframløgan ´Føroysk listasøga´, sum Oggi Lamhauge hevur mánakvøldið 19. oktober kl 19-21.

Skráin við Løkin og tann samlaða skráin fyri Mentanarvikuna Skýming 2015 kunnu lesast á www.lokin.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo