Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Samstarvið millum føroyskar og danskar myndugleikar skal betrast í sambandi við at rættarsøkja og fyribyrgja brotsgerðir, ið verða framdar av útlendskum persónum og bakmonnum, eitt nú í sambandi við rúsevnisbrot, men eisini tá ið talan er um fótbóltsharkalið.

Hetta var millum niðurstøðurnar á fundi hósdagin, tá ið Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevði vitjan av danska løgmálaráðharranum Peter Hummelgaard.

Gott samstarv hevur verið millum føroysku og donsku myndugleikarnar seinastu árini í sambandi við m.a. rættargangslóg og revsifulnað, men fleiri mál um brotsgerðir framdar av útlendingum kunnu væntast í framtíðini, og tí má hetta økið raðfestast.

Landsstýrismaðurin, Bjarni K. Petersen gjørdi eisini á fundinum vart við ynski um, at sektir verða goldnar til landskassan, nú føroyskir myndugleikar í alt størri mun umsita serlóggávuna á fleiri økjum við stórum sektaruppskotum.

Nýggja fongslið í Føroyum, ið eftir ætlan skal standa klárt í 2029, varð eisini umrøtt, og ætlanin er, at endalig avgerð um staðseting av fongslinum verður tikin í ár.

Fríggjadagin vóru báðir ráðharrarnir á vitjan á løgreglustøðini í Havn og í arrestini í Mjørkadali. Eisini vóru teir við til hátíðarhald í Norðadali, í sambandi við at nýggja og framkomna skjótibreytin hjá løgregluni varð tikin í nýtslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo