Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hetta er listin við teimun 13 økjunum sum vit enn ikki hava yvirtikið. Tað er einki at ivast í at hetta eru stór og torfør málsøki, og fyri mong kann tað vera trupult at fáa yvirlit yvir týdningin og vavið av lóggávu og fyrisiting av hesum málsøkjum.

- Brotsmálaumsorgan
- Fíggjarstovnar og eftirlit við slíkum
- Flogferðsla
- Fólkatrygging
- Heilsumál, læknar, jarðamøður, sjúkrahús
- Ídnaðarhugverksrættur
- Leiðarbræv
- Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættarganginum
- Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar
- Sakførarastarvsemi
- Serumsorgan
- Sjórættur, sjóuppmerking og vitaverk
- Útlendingaøki og marknaeftirlit

Eftir mínum tykki eigur partur av arbeiðnum hjá føroyskum fólkatinglimi at vera at granska, lýsa, skilja og miðla hesi øki, soleiðis at okkara løgting kann taka støðu til yvirtøku av økjunum, tá løgtingið metir, at tað er rætt.

Eg stilli upp til fólkatingsvalið 31. oktober 2022, og eg vóni at fáa tína stemmu, soleiðis at eg kann arbeiða við hesum málunum.

Árni Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo