At lasta av øvund er at rósa óbeinleiðis
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í lesarabrævi hartar formaður Javnaðarfloksins andstøðuflokkarnar, tí teir hava funnist at stóra undirskotinum, og peikar so á undanfarnu samgongu fyri at vera orsøkin til undirskotið. Orsøkin til undirskotið eru íløgurnar, ið blivu settar í verk í undanfarna valskeiði. Tær vórðu settar í verk “uttan nakra fíggjarpolitiska stýring yvirhøvur” orðar hann seg.

Eg má siga, at eg undraðist yvir hesa orðingina. Nú sat eg sjálvur í undanfarnu samgongu og var við til at seta fleiri av íløgunum í gongd, ið taka skap í hesum døgum. Men var samgongan einsamøll um tær? Tað var hon ikki. Allar íløgurnar blivu einmælt samtyktar á Løgtingi – Løgmaður og Javnaðarflokkurin tóku eisini undir við teimum! Øllum.

So kann man seta spurningin: Hevur Javnaðarflokkurin sett allar hesar íløgur á skrá uttan nakra fíggjarpolitiska stýring yvirhøvur, fyri at endurnýta orðing Løgmans?

Eg eri sera fegin um, at nógvar av hesum íløgum blivu settar í verk. Summar eru raktar av teim príshækkingum, ið hava verið, meðan avbjóðingar hava verið aðrastaðni. Tað hevur gjørt sítt til, at íløgukarmurin er í hægra lagi. Harafturat er H-bygningurin eisini ein partur av íløgunum í ár, og tann verkætlanin var longu farin í gongd, áðrenn undanfarna samgonga tók við.

Men eitt er at peika, og ja, tað er lætt. Men hvat ger man so við tað? Løgmaður sigur, at man onga stóra íløgu hevur sett í verk, síðani hendan samgongan tók við. Er tað nú satt?

Fyrr í vár samtykti man eina nýggja KT-skipan til Taks, ið inniber ein kostnað á 150 milliónir kr, harav nærum onki var boðið út.  Man er farin undir at umvæla skúlabygningar á Frælsinum, ið verða mettir at kosta hundraðtals milliónir, tá samanum kemur – og haraftrat er gongd sett á Kampus verkætlanina, ið væntast at kosta eina milliard.

Tað ber illa til at siga, at hetta ikki eru stórar íløgur.

Andstøðan hevur, hóast nógv av hesum eru góðar íløgur, mælt frá at samtykkja tær í verandi løtu. Bæði tí at stórar óvissur eru um kostnaðin, og tí tað fyriliggur ongin langtíðarløguætlan í løtuni, ið greitt sigur, hvørjar íløgur vit skulu gera komandi árini. Vit vita, at ein Suðuroyartunnil liggur í kortunum, og tað eru ynskir um fleiri aðrar íløgur, m.a. á almannaøkinum.

Ein greið ætlan má til, og raðfestingar mugu gerast. Vit hava mælt til, at allir flokkar verða kallaðir inn, so ein langtíðarløguætlan verður gjørd, ið fevnir yvir fleiri ár og meira enn eina samgongu.

Løgmaður, vit kunnu halda áfram at peika eftir hvørjum øðrum. Vit kunnu eisini velja at gera okkurt við avbjóðingarnar. Fá í lag eina langtíðarløguætlan, har allir flokkar fáa sítt at siga!

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo