Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hin 23. oktober 2024 var fyrsta viðgerð í løgtinginum av “Uppskoti til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum”. Uppskotið, sum ikki hevur verið til hoyringar, er eitt spariuppskot lagt fram av Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, og ásetir, at pensjónin hjá samlivandi at rokna frá 1. jan. 2025 skal skerjast heilt munandi.

Eitt av endamálunum við uppskotinum sigst at vera ”at tað ikki longur skal vera ein vansi at vera giftur”. Somuleiðis verður sagt í viðmerkingunum, at ”Eitt samlivandi par hevur somu fíggjarligu fyrimunir at búgva saman sum eitt gift par”.

Í serligu viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt at ”við samlivandi er at skilja persónur, sum livir í hjúnabandslíknandi parlagi. Tað merkir parið hevur eitt samlív, ið eins væl kundi verið hjúnaband”. 

Í hesum lógaruppskoti (løgtingsmál 14/2024) verður ásett, at samlivandi at rokna frá 1. jan. 2025 skulu javnsetast við gift. Nýggir samlivandi fólkapensjónistar fara harvið at fáa 2.250 kr. minni um mánaðin ella 27.000 kr. minni um árið og samlivandi, ið fáa hægstu fyritíðarpensjón fara at fáa 2.403 kr. minni um árið ella 28.812 kr. minni um árið (tøl frá 2024).

Minkingin hjá samlivandi fólkapensjónstum verður sostatt 14,1% og minkingin hjá samlivandi hægstu fyritíðarpensjónistum verður 15,3%, um hetta uppskot til sparing á fíggjarlógini verður samtykt av løgtinginum.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt, at neyðugt verður við málsviðgerð í øllum teimum málum, har umsøkjarin um pensjón er skrásettur at búgva saman við vaksnum persóni uttan at vera giftur. Eisini verður upplýst at ½ ársverk ella 260.000 kr. mugu nýtast fyrstu tíðina til hetta endamál (til dýnulyftarí).

At Almannaverkið í framtíðini skal nýta dýnulyftarí sum amboð at tilluta fólkapensjón og fyritíðarpensjón er ikki í lagi. Uppskotið er ikki í tráð við EMRK Evropeisku mannarættindakonventiónina, artikul 8, ið sigur, at einhvør hevur rætt til respekt fyri sínum privatlívi, sínari familju, sínum heimi. Eisini er hetta uppskot tekin um sosialt kontroll. Dýnulyftarí sum part av málsviðgerð av pensjónsumsóknum er at ganga privatlívinum hjá borgarunum alt ov nær.

Eisini kann spurningur setast við hugtakið samlivandi og hvørt tað er rætt ella rímiligt, at støddin á pensjónini skal verða tengd at spurninginum, hvørt persónur livir í hjúnabandslíknandi parlagi ella ikki. Í hesum sambandi kann somuleiðis verða spurt: Hvørjir borgarar eru samlivandi sum hjún?

Eru tað kvinna og maður sum búgva saman uttan at vera gift Eru tað tvær kvinnur sum búgva saman uttan at vera giftar Eru tað tveir menn sum búgva saman uttan at verða giftir Eru tað tvey systkin, sum búgva saman Eru tað tveir vinir, sum búgva saman Hvussu við sambúgvandi, sum búgva á sambýli v.m.

Skulu vit hava javnstilling, skulu øll javnstillast.

Í staðin fyri at koma við slíkum uppskoti, ið javnstillar nakrar pensjónistar niðureftir, átti landsstýrið at komið við lógaruppskoti, ið javnstillar allar pensjónistar uppeftir.

Í pensjónshøpi eiga pensjónistar ikki at verða býttir upp í bólkar. Allir pensjónistar eiga at verða sæddir sum einstaklingar og eiga allir pensjónistar, tað veri seg stakir pensjónistar, giftir pensjónistar og samlivandi pensjónistar at fáa pensjón sum stakir pensjónistar.

Stakir pensjónistar, ið einans ella nærum einans hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, fáa ov lága pensjón. Hagtøl hjá Hagstovu Føroya vísa, at 13,6% av støkum fólkapensjónistum liva í fátækradømi – tey hava inntøku, ið liggur 8,8% undir fátækraváðamarkinum (tøl frá 2022).

Landsstýrið má borga fyri, at hesin pensjónsbólkur, ið er raktur av fátækradømi, fær hægri veiting at liva av.

Vegna pensjónsbólkin
Ingrid S. Henriksen, Jóhan Carl Dam, Bozena Rasmussen, Nina Dahl, Hans Jacob Ronny Hansen, Eyðun Ellendersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo