Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrrverandi bosniski herovastin Ratko Mladic er álvarsliga sjúkur og fer helst ikki at liva leingi afturat, í øllum førum er tað metingin hjá soni hansara, sum hevur borið miðlum tíðindini um, at pápin er álvarsliga sjúkur.

Ratko Mladic fekk eyknevnið 'Slaktarin úr Srebrenica', tí hann fekk dóm fyri fólkamorð og brotsverk ímóti mannaættini eftir kríggið í Bosnia. Hann var dømdur at sita handan rimarnar restina av ævi síni. Eitt nú skuldi hann geva ordrar um hópmorðið í Srebrenica, tá 8.000 muslimskir menn og dreingir vórðu avrættaðir eftir fáum døgum í 2005, uttan at ST hermenn rættu hond frá síðu.

Hann var rættuliga skjótt eftir at kríggið var av eftirlýstur, men lukkaðist at krógva seg í 15 ár, áðrenn hann í 2011 var handtikin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo