Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú tykist søgnin um Suðuroyartunnilin veruligari enn nakrantíð, og tað fegnast vit um. Vegateinurin úr Akrabyrgi til Tinghúsvegin verður áleið 90 kilometrar, og hetta er frambrot fyri oynna.

Tað er vandi í hvørjari vælferð
Suðuroyartunnilin, sum er neyðugur fyri Suðuroy, kann bera við sær ringvirkningar av hóttanum, sum hava hug at avlaga Suðuroyar Sjúkrahús – hetta má ongantíð góðtakast!

Standa vit saman, og standa vit stinn, megna vit at verja og framhaldandi menna okkara sjúkrahús.

Megna Klaksvíkingar tað, megna suðuroyingar tað eisini
Vit mugu tó brynja okkum at standa saman um Sjúkrahúsið, og tað er ongantíð ov tíðliga at stinga út í kortið, at Suðuroyar Sjúkrahús, sum er til gleði og gagn fyri allar suðuroyingar – og føroyingar annars – skal framhaldandi mennast – ikki avlagast. Við tí í mentu, skulu vit umhugsa at tillaga sjúkrahúsverkið soleiðis, at øll trý sjúkrahús hava serdeildir á ymsum økjum.

Dialysumaskinan var ein døpur søga
Tað er eingin loyna, at sosiali og landafrøðiligi órætturin gjørdi um seg, tá einstaklingar í Suðuroy meginpartin av vikuni skuldu verða í útlegd og ferðast heimanífrá til dialysuviðgerð í meginøkinum. Hetta – um eg má siga tað bart út – var skomm fyri okkara heilsuverk, og slíkt má og skal ongantíð koma fyri.

Vit hava tíverri havt aðrar líknandi søgur um sosialan órætt, tí ein er borgari í Suðuroy.

Um ikki vit gera vart og bart; hvør skal so?

Velji ein suðuroying við máttmiklari rødd á ting!

Við sjálvstýriskvøðum

Seti kross við Kristin Michelsen til valið hin 8. desembur 2022
Valevni Sjálvstýrisfloksins

Fyri meira kunning sí heimasíðu Sjálvstýrisfloksins á leinkjuni niðanfyri:

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/12/02/slaid-manngard-um-suduroyar-sjukrahus/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo